Supply Service í Leirvík hevur undirskrivað sáttmála við norska felagið Havyard Group um bygging av einum Havyard 833 veitingarskipi til boripallar (PSV). Skipið skal verða liðugt í mars 2012 og skal byggjast á skipasmiðjuni hjá felagnum
Havyard Leirvik AS í Sogn og fær bygginr. 106. Sáttmálavirðið fyri skipið er uml. 350 MNOK.
Reiðaríið Supply Service er ein nýskapandi fyritøka við røtrum innan fiskarí, sum tók fyrsta feti inn í frálandavinnuna við at bíleggja “Eldborg” (tað fyrsta Havyard 832 PSV), sum varð leverað í 2009. Við hesum skipi, hevur felagið á stutta tíð, víst, at tað er ein álítandi viðspælari og hevur fingið góð viðmæli frá oljufeløgum og øðrum kontraktørum, sum hava keypt tænastur frá Supply Service. “Eldborg” hevur prógvað sínar dygdir bæði fyri Supply Service og ørum reiðaríum, og í dag eru 6 skip av hesum slagi leveraði og onnur 3 í gerð. Supply Service brúkar nú sínar góðu royndir við Havyard 832 og hevur í stóran mun verði við til at menna Havyard 833.
Havyard 833 er eitt nýtt PSV design frá Havyard Design. Havyard 833 er designað við fokus á rakstrarbúskap, stóran fleksiblan kapasitet til at flyta fleiri ymisk sløg av farmi, við øllum hentleikum til manningina og at minka um árin á uttara umhvørvið (Clean Design, optimeraðum skrokklinjum, diesel-elektrisk framdrift, katalysatorum osv.). Havyard 833 er ein stórur PSV, væl útgjørdur til at bjóða seg fram til flestu sløg av tænastum og veitingum til frálandavinnuna. Umframt stóran fleksiblan lastkapasitet, verður skipið útgjørt til oljuverndartilbúgving (NOFO 2009), stand-by / rescue tænastur og eldsløkking (FiFi).
Skipið hevur fylgjandi høvuðsdáta:
Longd: 86 m
Breidd: 19,6 m
Deyðvekt: 4700 tons
Dekkvídd: 1000 m2
Ferð: 15 kn
Persónar: 24