Í dag var sáttmáli undirskrivaður við byggifyritøkuna Sp/f MTM um at gera bygningin til frítíðarheimið lidnan. Frítíðarheimið, sum liggur í Leirvík, varð útbygt í 2013 og skal nú byggjast saman við gomlu kommunuskrivstovuni. So vera øll børnini frá skúlaspíranum til og við 2. flokk, sum í dag telja 84 børn, samlað á einum stað.