Savna góð minnir saman á G!

Savna góð minnir saman á G!

 Undir slagorðinum “Savna góð minnir saman”  kunnu føroyskir ungdómar saman við foreldrum og øðrum borga fyri, at G-festivalurin aftur í ár verður ein minnilig fólkaveitsla.  G! ímyndar ógloymandi minnir, tað góða lívið og sosiala samveru – við tónleikinum í miðdeplinum.

 Árligi G! festivalurin er hæddarpunktið í árinum fyri nógvan føroyskum ungdóm. Ár eftir ár streyma ungdómar í túsundatali til Syðrugøtu fullir av dreymum, vónum og væntanum, og ár eftir ár fara tey heimaftur stúgvandi full av ógloymandi minnum.

 Løturnar í tjaldinum saman við gomlum og nýggjum vinfólkum eru brendar rimmarfastar á nethinnuna, og rútmurnar frá teimum nýskapandi tónleikabólkunum á sandinum runga í høvdinum, langt eftir at tónleikurin er tagnaður.

 Garvilt – men við skili

G!festivalurin er eitt brak av eini tónleikaveitslu. Eitt deiliga óhátíðarligt, stuttligt, festligt, ósnobbut og kærkomið innslag í føroyska summarinum, sum vit í Eysturkommunu eru errin av at kunna hýsa innan fyri bøgarðar okkara.

 Sum vertskommuna er tað okkara vón, at tann góði tónin, sum hevur valdað á G! sleppur at halda fram, nú føroyskir ungdómar enn einaferð eru farnir at búgva seg út til nýggjar og ógloymandi upplivingar í Syðrugøtu.

 Tí tað er einki dulsmál, at har ungdómar koma saman til stór tiltøk, har stórar væntanir og spenningur eru í luftini har er eisini vandi fyri at onkur leypir framav. Tí arbeiða vit fyri, at ballingarmentanin ikki setur dagsskránna, har vit og skil verður tveitt fyri borð.

 Saman kunnu vit forða fyri, at tað stóra brakið ikki skal geva baksláttur, so at fólkaveitslan ikki endar sum ein flóvislig marra við skaða og timburmonnum.

Trygdin í hásæti

Tjaldingarøkið er staðið har nógvir festivalgestir koma saman, og nógv verður gjørt burturúr fyri at seta dám á tjaldingina við fløggum og bannarum.

Fyrireikararnir handan G! festivalin gera eisini nógv burturúr trygdini. Eitt stórt lið av sjálvbondum fólkum eru til reiðar at veita hjálp, um skaði skuldi hent. Skipað verður fyri vaktarhaldi, og ansað verður eftir, at tað er trygt hjá øllum at vera á G!.

Men fyrst og fremst vænta vit, at øll tit, sum fara at vitja í Syðrugøtu hesar dagarnar, fara at sýna góðan festivalsið og rættan G!anda.

 Góðu foreldur

Nógv av teimum, sum fara á G! eru tannáringar, og tí hava foreldrini eisini ein part av ábyrgdina av, at alt spælir væl av. Saman við SSP, sum er samstarvið millum skúla, sosialar myndugleikar og politi, vil Eysturkommuna vísa á týdningin av foreldraleiklutinum í samband við eitt so stórt tónleikatiltak sum G!.

 Uttan at trútta ella at veipa við hevjaðum peikifingri ber til at greiða børnunum frá, at hóast tað er bæði garvilt, superkul og ótrúliga stuttligt á G! so eru ólátaður og skilaleysur atburður ikki partur av teirri eyðkendu feitu G!mentanini.

 Saman við fyrireikarum og øðrum kunnu foreldrini gera sítt til, at tey ungu fáa eina góða uppliving í tónleikarliga umhvørvinum á G!. Eitt upplivilsi fyri lívið saman við vinum at “Savna góð minnir saman”. Minnir, har tað góða lívið, samveran og tónleikurin er í miðdeplinum, og har  ballingarmentanin ikki setur dagsskránna.

Foreldrini besta fyribyrgingin

Tíbetur síggja vit, at nógv foreldur og onnur vaksin taka ábyrgdina í størsta álvara og gera nakað ítøkiligt fyri at børnini skulu fáa ein so góðan festival sum til ber. Tey koyra børnini á festivalin, bera teimum mat og turr klæðir og syrgja fyri at tey koma heimaftur í øllum góðum.

 Børn eru ikki myndug fyrr enn tey eru 18 ár, og tað er umráðandi, at vit foreldur taka foreldraábyrgdina í álvara. Í hesum sambandi ræður um, ikki bert at hugsa um síni egnu børn, men eisini um vinfólk teirra.

 Royndirnar vísa, at ótálmað ballarí kann spilla G! festivalin ella gera festivalin til eina hálva uppliving hjá teimum ungu, og her hava foreldrini ein ógvuliga týdningarmiklan leiklut.

 Kanningar, sum  SSP hevur gjørt millum tey ungu vísa, at tað eru foreldur, systkin og vinir, ið geva teimum ungu rúsdrekka. Tí ber av røttum til at spyrja: “Er tað í lagi, at foreldur keypa rúsdrekka til tey ómyndugu børnini”?

 Hvussu svarað verður, so er ið hvussu er greitt, at foreldur mugu vera fyrivarin og sýna varsemi. Av royndum vita vit, at hava foreldur ta greiða støðu, at børnini ikki mugu drekka, meðan tey eru ung, tálmar tað rúsdrekkanýtsluni hjá børnunum.

 G! er tónleikur og staðið at “Savna góð minnir saman”. Veðrinum ráða vit ikki yvir, men vit, sum fylkjast um G!, kunnu øll gera okkara til, at tey ungu minnast til stýra sær og ansa eftir sær sjálvum og øllum hinum, sum tey eru saman við til hesa stóru løtuna í Syðrugøtu.

 

Góðan G!festival øll somul.

 

Jóhan Christiansen, borgarstjóri

 

Search by