Vælkomin á G! – feit fólkaveitsla uttan timburmenn
G!festivaluriner aftur á skránni – Óhátíðarligur, stuttligur, festligur og ósnobbuttur. Eitt herligt innslag í føroyska summarinum, sum nógvir føroyingar av góðum grundum gleða seg nógv til.
Fólk gleða seg, og hópurin av føroyskum ungdómum er aftur í ár á veg til Syðrugøtu, har stórar upplivingar saman við vinum og nýskapandi tónleiki bíða eftir tær.
G!festivalurin er eitt garvilt upplivilsi, sum tú við góðum atburði kanst líta aftur á við stoltleika. Óstýriligur fyllskapur og ólátaður atburður, sum skaðar teg og onnur, eru IKKI partur av tí kulu G!mentanini.
Vit í Eysturkommunu eru errin av at vera karmur um hetta super kula tiltak, sum føroyingar hava tikið til sín. Vit fara at ynskja tær og øllum tínum vinfólkum vælkomin til ógloymandi upplivingar í Syðrugøtu. Ein festivalur at “Savna góð minnir saman”.
Garvilt – men undir ábyrgd
G! er eitt brak av eini fólkaveitslu, sum fer at geva tær minniligar upplivingar við heimaftur, tá ið tær seinastu rútmurnar eru tagnaðar, og tjøldini eru tikin niður.
Eins og við øllum øðrum veitslum, so rokna vit við, at tú og allir hinir gestirnir, sum vitja Syðrugøtu á G! duga veitslusið.
Tjaldingarøkið er staðið, har nógvir festivalgestir savnast, og nógv verður gjørt burturúr fyri at seta dám á tjaldingina við fløggum og bannarum.
Fyrireikararnir handan G! festivalin gera nógv burturúr trygdini. Eitt stórt lið av sjálvbodnum fólkum er til reiðar at veita hjálp, um skaði skuldi hent. Skipað er fyri vaktarhaldið og ansað verður eftir,at tað er trygt hjá øllum at vera á G!.
Tað kann verða bæði svakt og vilt, uttan at tær nýtist at oyðileggja nakað fyri teg og hini við óvandaðum atburði. Tí siga vit, at ballingarmentanin ikki skal seta dagsskránna, og vit og skil skal ikki verða tveitt fyri borð.
Fyrst og fremst vænta vit, at øll tit, sum fara at vitja í Syðrugøtu hesar dagarnar fara at sýna góðan festivalsið og rættan G!anda, so at festivalurin verður eitt brak at minnast.
Ansið væl eftir tykkum sjálvum og øllum hinum tit eru saman við. Slíkur atburður er avgjørt partur av teirri eyðkendu G!mentanini.
Góðan G!festival.
JóhanChristiansen, borgarstjóri