Savna góð minnir saman á G!
18. jul. 2013
Vælkomin á G! – Føroya feitasta fólkaveitsla “uttan timburmenn ella fólkaskomm”
G!festivalurin er aftur á skránni – Óhátíðarligur, stuttligur, festligur, alternativur og ósnobbuttur. Eitt herligt innslag í føroyska summarinum, sum nógvir føroyingar av góðum grundum gleða seg nógv til. Verið øll vælkomin á G! festival
Hópurin av føroyskum ungdómum er aftur í ár á veg til Gøtu, har stórar upplivingar saman við vinum og nýskapandi tónleiki bíða eftir tær.
G!festivalurin er eitt garvilt upplivilsi, sum tú við góðum atburði kanst líta aftur á við stoltleika. Óstýriligur fyllskapur og ólátaður atburður, sum skaðar teg og onnur, eru IKKI partur av tí kulu G!mentanini.
Vit í Eysturkommunu eru errin av at vera karmur um Føroya feitasta fólkaveitslu, hetta super kula tiltak, sum føroyingar hava tikið til sín. Vit fara at ynskja tær og øllum tínum vinfólkum vælkomin til ógloymandi upplivingar í Eysturkommunu. Ein festivalur at “Savna góð minnir saman”.
Garvilt – men undir ábyrgd
G! er eitt brak av eini fólkaveitslu, sum fer at geva tær minniligar upplivingar við heimaftur, tá ið tær seinastu rútmurnar eru tagnaðar, armanir komnir niðuraftur, og tjøldini eru tikin niður.
Eins og við øllum øðrum veitslum, so rokna vit við, at tú og allir hinir gestirnir, sum vitja Eysturkommunu á G! vísa góðan veitslusið.
Tjaldingarøkið er staðið, har nógvir festivalgestir savnast, og nógv nýggj lívslong vinarbond vera knýtt.
Nógv verður gjørt burturúr fyri at seta dám á tjaldingina við fløggum, bannarum og ymiskum stuttligum tiltøkum.
Fyrireikararnir handan G! festivalin gera nógv við trygdina. Eitt stórt lið av sjálvbodnum og professionellum fólkum er til reiðar at veita hjálp, um skaði skuldi hent. Skipað er fyri vaktarhaldi og ansað verður eftir, at tað er trygt hjá øllum at vera á G!.
Tað kann verða bæði svakt og vilt, uttan at tær nýtist at oyðileggja nakað fyri teg og hini við óvandaðum atburði. Tí siga vit, at ballingarmentanin ikki skal seta dagsskránna, og vit og skil skal ikki verða tveitt fyri borð.
Fyrst og fremst vænta vit, at øll tit, sum fara at vitja í Gøtu hesar dagarnar, fara at sýna góðan festivalsið og rættan G!-anda, so at festivalurin verður eitt brak at minnast.
Ansið væl eftir tykkum sjálvum og øllum hinum tit eru saman við. Latið okkum hava tað stuttligt saman, “uttan timburmenn ella fólkaskomm” eins og Kári P. syngur í “Villar Víddir” Tað er rætta G!-mentanin. .
Góðan G!festival.
Jóhan Christiansen, borgarstjóri