Serlig krøv um nýtslu av fýrverki

Skot av fýrverki, sum verður skotið aðrar dagar enn 31. desember, krevur loyvi frá fútanum. 

Fýrverk verður javnan nýtt í sambandi við veitslur og serligar hátíðarløtur, og ráð eru fyri tí. Men skal fýrverk sendast onnur tíðspunkt enn á nýggjárinum, so krevur tað loyvi frá fútanum, sum eisini kann revsa við bót, um hendan forskriftin ikki verður fylgd.

Eldri fólk, børn og djór kunnu serliga hava ampa av, at skotið verður við fýrverki út á kvøldarnar. Tí vilja vit minna borgarar á ikki at skjóta fýrverk uttan so, at loyvi er givið frá fútanum. Fútin skal eisini hava kunning um, hvussu nógv og hvussu fýrverkið skal vera nýtt.

Boðast skal frá hjá politinum umvegis teldupost ella telefon. 

Á heimasíðuni hjá arbeiðs- og brunaeftirlitinum ber til at lesa um fýrverk, har víst eisni verður til kunngerð um fýrverk. 

Search by