Seyðasýning verður komandi leygardag

Komandi leygardag, 26. oktobur, verður aftur seyðasýning fyri allar hagapartarnar í Eysturkommunu.

Tiltakið verður í seyðahúsinum hjá Janusi Joensen, Innan Eið.

Sýningin byrjar kl. 11.00.

Kostnaðurin fyri hvønn sýnaðan seyð er 100,-kr. Peningur skal gjaldast kontant til ein av fyrireikarunum, og í seinasta lagi tá seyðurin verður latin inn til sýningina

Seyður verður móttikin millum kl. 8:00 og 10.30. Tað verður staðiliga heitt á fólk um at møta í góðari tíð, so sleppast kann undan ferðslutrupulleikum á vegnum til seyðhúsið.

Heitt verður á øll sum hava brundseyð, um at møta til sýningna. Vónandi verður undirtøka í ár eins góð, sum hon hevur verið undanfarnu árini.

Search by