Sjúkrarøktarfrøðingur til farloyvisstarv

Hevur tú áhuga í at veita sjúkrarøkt til borgarar í egnum heimi, so er tað møguliga tær, vit søkja eftir.  

Søkt verður eftir

Sjúkrarøktarfrøðingi at byrja í forloyvsstarvi 28. november 2023 (ella skjótast tilber) og fram til 30. apríl 2024 . 

Miðalarbeiðstíðin er 32 t/viku ella eftir ynski.

Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og tilkallivaktum á nátt. 

Nánd veitir heimasjúkrarøkt til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Førleikar og væntanir

•          Áhuga og hegni í at veita heimabúgvandi borgarum sjúkrarøkt og heilsustimbran. 

•          Góð evnir at samstarva og til nýhugsan

•          Jaligan hugburð

Vit kunnu bjóða

•          Eitt spennandi arbeiðspláss, har tú arbeiðir í tvørfakligum umhvørvi

•          Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

•          Gott tvørfakligt samstarv

Starvsetan og løn

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið g Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Hansen deildarleiðara á tlf. 730 212 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, cv  v.m. skulu sendast til katrin@eystur.fo og verða Nánd í hendi seinast 28. november 2023 kl.12.

Search by