Skráin løgd til HOYMA komandi leygardag

G-festivalurin skipar komandi leygarkvøld 9. november fyri heldur annarleiðis tónleikatiltakinum HOYMA í Eysturkommunu. 20 konsertir við 10 tónlistafólkum verða í 10 heimum í Norðragøtu og Syðrugøtu, og fyrireikararnir hava nú lagt endaligu skránna fyri dagin.

Ymisk tiltøk verða ígjøgnum allan dagin, meðan konsertirnar sjálvar byrja kl. 19.00 um kvøldið. Frá kl. 10 á morgni er møguleiki at royna havsvimjing, pottar og sauna úti á keiini í Syðrugøtu, skrivar G-festivalurin, ið skipar fyri tiltakinum, á heimasíðu sínari.

Kórið Eystanljóð hevur kaffistovu í niðaru hædd í Valhøll og bjóðar morgunmat frá kl. 10. Kaffistovan verður opin allan dagin og út á náttina við.

Konsertirnar byrja allar forskotnar av hvørjari aðrari, so at møguleiki er at fáa fleiri konsertir við í fleiri húsum. Atgongumerkið til tiltakið fæst á heimasíðuni hjá G-festivalinum, og gevur atgongd til allar konsertirnar og øll onnur tiltøk, sum eru ígjøgnum dagin. Tó so er avmarka pláss til hvørja konsertina.

Talan er um akustiskar konsertir, har eingi annlegg verða nýtt, men bert akustisk og/ella handhildin ljóðføri.

Eftir konsertirnar verður opið hús í Tøting og í niðaru hædd í Valhøll til kl. 04.00. Skipað verður eisini fyri bussi, sum koyrir ímillum Norðragøtu og Syðrugøtu.

Trýst fyri at síggja størri mynd!

HVAR OG NÆR VERÐA KONSERTIRNAR?

Syðrugøta

Janus Rasmussen og Sunnleyg Dalheim, Geilargøta 8

Kl. 20.15 Lyon Hansen – kl. 22.15 Martin Joensen

Oluffa og Martin Joensen, Úti í Bø 30

Kl. 20.00 Kári Sverrison – Kl. 22.00 Hallur, Kristina og Beddi

Julia og Jóni Lamhauge, Túvuvegur 7

Kl. 19.30 Hamferð unplugged – kl. 21.45 Høgni Lisberg

Páll og Ranvør Isholm, Gróvargøta 9

Kl. 19.15 Stanley Samuelsen – Kl. 21.30 Lisa í Dali

Sólarn Solmunde og Agnes Mortensen, Deildarvegur 2

Kl. 19.00 Annika Hoydal – Kl. 21.15 Marius Ziska

Norðragøta

Hans Mourits og Herborg Foldbo, Sjúrðargöta 15

Kl 19.00 Hallur Joensen, Kl 21.15 Kári Sverrisson

Jonhard og Oluffa Hammer, Sjúrðargöta 17

Kl 19.15 Martin Joensen, Kl 21.30 Lyon Hansen

Hanna og Tórheðin Jensen, Tróndargöta 49

Kl 19.30 Högni Lisberg, Kl 21.45 Harmferð unplugged

Jón Tyril og Elsebeth Elnarsdóttir, við Ánna 72

Kl 20.00 Marius Ziska, Kl 22.00 Annika Hoydal

Hjalti og Herdis Dalheim, Torbjarnargöta 1

Kl 20.15 Lisa í Dali, Kl 22.15 Stanley Samuelsen

Mynd: gfestival.fo

Search by