Skráseting av torvhúsum í Leirvík

Leirvík var, í gomlum døgum, eitt sera gott torvpláss og um ein ferðast úti í náttúruni, síggjast hesi torvhúsini týðuliga í landslagnum. Serliga eru nógv úti á Vatnhamri og úti á Dal.

Fyri nøkrum árum síðani varð farið undir, at laða uppaftur nøkur av teimum gomlu torvhúsunum í Leirvík.

Seinasta vetur varð avgjørt, at fáa øll hesi Torvhúsini skrásett, t.v.s. finna fram til hvør familja átti hvørt húsið.

Avgjørt varð, at kalla fleiri av teimum gomlu fólkunum í bygduni saman, soleiðis at vit kundu gera eina so neyðuga og neyva skráseting sum gjørligt.

Ein arbeiðsbólkur við Hera Tróndheim, Árna Jacobsen og Tórolvur Joensen, hava tikið sær av hesum.

Arbeiði við at skráseta hvørt einstakt torvhús hevur gingið væl og er ætlanin at halda áfram við hesum arbeiði komandi árini.

Í summar eru eini 25 skeltir sett upp. Kommunan hevur stuðla átakinum, men annars er alt arbeiði sjálvboði.

Sí, fleiri myndir í myndasavninum.

Search by