Umsitingin hjá Eysturkommunu hevur í dag flutt úr verandi skrivstovuhølunum á Brimborg við Gøtugjógv til nýggj hølir á Báta- og Listasavninum í Leirvík.
Tankin um at flyta hevur ofta verið uppi at vent, men tað bleiv endaliga avgjørt á býráðsfuni herfyri. Hetta er tó ein fyribils loysn inntil ætlaða nýggja býráðshúsið í Norðragøtu er klárt.
– Flytingin gekk skjótt fyri seg, sigur Ove Heinesen, umsitingarleiðari hjá Eysturkommunu. Vit fóru í gongd í morgun við at rigga alt av og flyta teldur, og við endanum av degnum vóru øll komin uppá pláss í Leirvík.
– Umstøðurnar eru sera góðar í nýggju hølunum, leggur Ove afturat. Vit hava innrætta okkum, so frá í morgin av, mikudegnum 5. februar, bjóða vit borgarum vælkomnum á gátt í nýggju skrivstovuni í Leirvík við fyrispurningum ella øðrum ørindum.
Báta- og Listasavnið hevur fyrr verið brúkt til skrivstovuhølir hjá Skansi Offshore, sum fyri nøkrum árum síðan flutti sína skrivstovu til høvuðsstaðin. Báta- og Listasavnið bleiv á heysti 2012 handað til sjálvsognarstovnin “Báta- og Listasavnið í Leirvík” og bygningurin bleiv latin Eysturkommunu.
Nýggi bústaðurin hjá Eysturkommunu er:
Eysturkommuna
Kulibakki 8
FO-520 Leirvík