Nú skulu trø og runnar snøggast

Nú er tíðin komin at snøgga trø og runnar fram við vegnum. Og best er at gera tað, áðrenn kommunan ger tað fyri teg.

Tað er umráðandi, at vøkstur ikki er til ónáðir fyri fótgangara og ferðslu, eins og tað eisini er týdningarmikið, at viðavøksturin ikki skuggar fyri gøtuljósum og ferðsluskeltum.

Vit vilja heita á teg sum eigari av ognini at klippa trø og runnar, sum standa fram við markinum til veg og gongubreyt.

Við heimild í løgtingslóg nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, §53, stk. 1, kann løgreglan eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívað av, og at greinar verða avskornar og snøggaðar.

Um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri rokning grundeigarans.

Klippast skal ájavnt við mark, yvir gongu- og súkklubreyt og vegøksl, og fríhæddin skal vera 2,5 metrar, meðan hæddin yvir koyriveg skal vera 4,2 metrar. Fyrivarni skal takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður.

Search by