Sleepless Ghosts vann Sement 2012

Seinastu tíðina hevur kapping verið um at gerast Føroya besti nýggi bólkur 2012. Kappingin eitur Sement 2012 og hevur verið í Perluni í Havn.

25 bólkar og einstaklingar hava luttikið, teirra millum tveir sum venja í Gøtu, haðani eisini bróðirparturin av manningunum eru.

Í fyrrakvøldið var finalan millum 7 bólkar, sum vóru komnir víðari úr undankappingunum. Teirra millum vóru báðir bólkarnir hiðani.Endaliga úrslitið var, at okkara bólkar endaðu allarovast – sum nr. 1 og nr. 2.

Sleepless Ghosts vann kappingina, og Black Crow King gjørdist nr. 2.

Vit í Eysturkommunu ynskir Sleepless Ghosts og Black Crow King tillukku við tí flotta úrslitinum.

Search by