Fríggjadagin, 12. august fekk Sløkkiliðið í Eysturkommunu stórfingna gávu frá Faroe Marine Products í Leirvík. Talan er um eitt sera framkomið hitasøkjandi kamera, ið vil økja munandi um trygdina fyri borgaran í Eysturkommunu í vandastøðum.
Samstundis er kameraið ein munandi bati fyri trygdina hjá sløkkiliðinum, tí man nú skjótt og uttan at seta lívið í vanda, kann nágreinuliga staðfesta, hvar t.d. eldurin er í einum húsum. Hetta kann gerast uttan at man verður noyddur at fara inn í sjálvt húsið fyri at leita eftir eldinum.
Tað var Jógvan á Húsamørk, ið vegna FMP handaði Sørini S. Djurhuus, sløkkiliðsleiðara, gávuna. Eisini var Eirikur á Húsamørk, stjóri, við til hátíðarløtuna, ið var í heiminum hjá Jógvani og Hallgerð í Leirvík.
Eysturkommuna takkar hjartaliga fyri gávuna.