Aftur í ár verður skipað fyri Sólarkaffi í Bygdarhúsinum í Leirvík. Sólarkaffi hevur verið eitt afturvendandi tiltak, sum skipað hevur verið fyri í mong ár. Tað er Bygdarhúsfelagið í Leirvík, sum stendur fyri tiltakinum.
Eins og í fjør, tá ið 1. bind av Leirvíkar søgu var lagt fram , verður framløga av 3. bindi. 2. bind av Leirvíkar søgu kom út í desember mánaði í fjør. Tað er Martin Fjallstein, sum hevur skrivað.
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen og høvundurin, Martin Fjallstein, fara at flyta fram røðu.
Brøðurnir Jónsvein og Jóan Petur fara at spæla undir felagssangin.
Eins og undanfarin ár, verður eisini høvi til at heilsa uppá vinir og kenningar og fáa eitt gott og hugnaligt prát.