Í samband við at Spælimenninir í Hoydølum hátíðarhalda, at tað eru 40 ár síðan at bólkurin var stovnaður, skipar tónleikasamtakið Grót fyri einum heiðrandi tiltaki í Tøting. Tiltakið, ið hevur fingið heitið Várfólk, verður leygarkvøldið 8. mars kl. 20.
Spælimansbólkarnir fara at spæla nakrar privat-konsertir í nøkrum heimum í Syðrugøtu frá kl. 20.00 til kl. 22.30. Frá kl. 23.00 verða konsertir og dansur við somu bólkum í Tøting.
Café’in í Tøting letur upp kl. 20.00, har fólk kunna keypa sær okkurt til matna, og annars práta og hugna sær.
Spælimenninir í Hoydølum
Spælimenninir í Hoydølum var stovnaður sum spælimannabólkur á studentaskúlanum í Hoydølum í 1974. Beinanvegin var eftirspurningur at fáa bólkin at spæla til dans og konsert. Nærum hvørt vikuskifti í 3 ár var spælt í Vági, Fuglafirði, Klaksvík, Skálavík, Sørvági, Nólsoy, Vestmanna, Tvøroyri, nógvastaðni í Havn, í Húsavík og á Sandi.
Fyri at vita meira um privat-konsertirnar, sum verða í ymiskum heimum í Syðrugøtu fyrri á kvøldi, kunnu fólk seta seg í samband við Tónleikasamtakið Grót, fyri at fáa meira kunning.