Leygardagin 10. juli skipa KFUM-skótarnir í Leirvík fyri einum stuttligum, spennandi og áhugaverdum familjutiltaki í Leirvík.
Skipað verður fyri ymiskum virksemi í viðalundini, har øll, børn og vaksin, sleppa at royna og læra ymisk skóta kynstur og virksemi, so sum primitiv matgerð, forðarenning, búreising, knútar og surringar, 1. hjálp, postarenning o.m.a.
Eitt stórt tjald verður á økinum, har møguleiki er at steðga á ein løtu og njóta ókeypis te og kaffi, saft til børnini og pylsur og pylsubreyð.
Familjudagurin verður í viðalundini (Limmilund) og byrjar kl. 14.00 og endar kl. 18.00 við hugnaligum legubáli við felags sangi og skemti og borgmeistarin, Jóhan Christiansen, heldur røðu.
Viðrar ikki leygardagin 10. juli verður tiltakið flutt til sunnudagin 11. juli frá kl. 13.30 til 17.30.
Tiltakið er ÓKEYPIS. Tó verður høvið at lata eina gávu til skótarnar fyri útreiðslur av tiltakinum.
Skótar og úlvar møta í búna.
Øll eru hjartaliga vælkomin!