Spennandi og øðrvísi jólahald

Fríggjadagin 11. desember 2009 varð skipað fyri einum eitt sindur øðrvísi jólahaldið. Tað var Frítíðarheimið í Leirvík ið stóð fyri hesum haldinum, sum var hildið uppi við fótbóltsvøllin í Leirvík.

Børnini framførdu ein leik, sum tey høvdu gjørt, og eisini sungu tey. Felagssangur, kaffi, te, saft og okkurt gott afturvið var at fáa. Alt gekk fyri seg uttandura, og vóru nógv foreldur møtt. Veðrið var eisini til vildar hesa sera hugnaligu løtuna.

Fleiri myndir í myndasavninum

Search by