Steðga harðskapi í føroyskum familjum

Almannaráðið skipar í morgin, týskvøldið 4. mars kl. 19.30, fyri almennum fundi í miðhøllini í Leirvíkar Skúla, har kunnað verður um arbeiðið at steðga harðskapi í føroyskum familjum. Serfrøðingar fara at lýsa, hvussu harðskapur skaðar okkara nærumhvørvi, og hvussu vit steðga honum best.

Fundurin verður hildin í sambandi við verkætlanina ‘Sig frá’ og er skip¬aður soleiðis, at fyrst greiðir Elin Winther Poulsen, samskipari, frá verkætlanini.

Síðani verða tríggir fyrilestrar frá serfrøðingum. Fyrilestrarnir snúgva seg um, hvussu harðskapur ávirkar børn, fráboðanarskylduna, vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn, og um SSP¬samstarvið.

At enda verða stundir til spurningar og opið kjak, og bjóða fyrireikararnir øllum hjartaliga vælkomnum til fundin.

‘Sig frá’ hevur skipað fyri líknandi fundum kring landið ígjøgnum februar mánað, og verða tveir fundir afturat í skúladeplinum í Suðuroynni og á skúlanum á Fossánesi í Norðdepli.

Skráin fyri fundin er:

19.30 Vælkomin – Elin Winther Poulsen kunnar um Sig frá verkætlanina
19.40 Hvussu ávirkar harðskapur børn?
20.10 Fráboðanarskylda / tagnarskylda og tvørfakligt samstarv
20.40 Ung og harðskapur, SSP-¬arbeiðið
21.00 Kjak /spurningar
21.30 Liðugt

Les meira um verkætlanina ‘Sig frá’ her.

Search by