Býráðssalurin varð øðrvísi mannaður í kvøld. Víkingaliðið, ið vann løgmanssteypið leygardagin, varð boðið til ein bita í býráðshúsinum, har borgarstjórin, Per Martin Gregersen, bar teimum eina heilsu frá Eysturkommunu.
– Ítrótturin hevur stóran týdning fyri felagsskapin í kommununi, og vit eru errin av avrikinum hjá Víkingaliðinum um vikuskifti.