Tavan Ársins Virki 2010

Tavan í Leirvík er kosin at verða Ársins Virki í 2010

Á vinnudegnum, sum hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum seinnapartin í dag er greitt , at Ársins Virki 2010 er gullaksavirkið Tavan í Leirvík. 

Tavan hevur virkað gullaks síðan 1994. Tavan arbeiðir gullaks um summarið og upsa um veturin.

Tavan hevði í 2009, eitt avlop uppá góðar 10. mill, kr. Hetta er besta úrslit  hjá virkinum nakrantíð.

Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni og Osmund Justinussen, tóku ímóti heiðrinum Ársins Virki.

Tillukku við heiðrinum.

Search by