Temadagar um skúlamál og skúlapolitikk

Hetta vikuskifti skipar býráðið í Eysturkommunu fyri temadøgum um skúlamál og skúlapolitikk, har býráðið hevur fingið vitjan av Gunnar Einarsson, borgarstjóra í Garðabær í Íslandi. Fokus er serliga á framhaldsdeild.



– Orsøkin til hesar temadagar er, at vit í býráðnum skulu gerast enn betri kend við evnið fyri at taka enn betri avgerðir um skúlamál, sigur Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevndini í Eysturkommunu. Vit vóna at fáa burturúr størri tilvit um ábyrgd okkara og hvørjar ymiskar valmøguleikar vit hava innanfyri hesa ábyrgd, at vit sum býráðslimir kunnu tosa við aðrar býráðspolitikkarar um hesi evnini, og vónandi fáa hugskot, íblástur og motivatión til at skipa okkara lokala skúlakervi enn betur.

– Garðabær er ein kommuna, ið hevur sum eitt at sínum fremstu málum at dríva góðan og effektivan skúlapolitikk. Tey leggja nógvan dent á at máta úrslit og nøgdsemi, tillaga skúlavirksemi hareftir o.s.fr. Tískil er Gunnar bjóðaður hendanvegin at avbjóða okkara tankagongd um skúla, sigur Hanna.


Gunnar Einarsson hevur meistaranám í leiðslu og útbúgving (M.A. in Management and Education) umframt doktaraheiti í somu greinum frá lærda háskúlanum í Reading í Onglandi. Hann hevur undirvíst á læraraútbúgvingini við Háskóla Íslands, hevur verið útbúgvingar- og mentanarleiðari í Garðabær í eitt skifti og er nevndarlimur í skúlamálanevndini í íslendska kommunufelagnum.

Seinnapartin í dag, leygardag, heldur Gunnar fyrilestur í miðhøllini í Leirvíkar Skúla fyri innbodnum, har tosað verður um skúlapolitikk m.a. við støði í royndunum í Garðabær kommunu. Fyrilesturin er ikki almennur, men mentanarnevndin hevur boðið m.a. landsstýrismanninum í skúlamálum, kommunufelagnum, býráðslimum og framhaldsskúlaleiðarum í grannakommunum og skúlastýrinum í skúlanum í Eysturkommunu og foreldraumboðnum fyri næmingarnar úr Eysturkommunu.



Býráðið var saman í gjár, har Gunnar greiddi frá um søgu og bakgrund fyri íslendskum skúlapolitikki umframt at býráðið fekk møguleika at kunna seg um hansara arbeiði og royndir á hesum øki. Magnus Tausen, stjóri í Nám, legði eisini fram um føroysk viðurskifti fyri at kunna býráðslimirnar betur um skúlaviðurskiftini í Føroyum.

Mynd: ruv.is
Search by