14 svimjarar skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar. Tað er greitt eftir úttøkustevnuna í Gundadali um vikuskiftið.
Millum teir 14 svimjararnar eru 3 úr Eysturkommunu. Talan er um svimjararnar: 15 ára gomluTurið S. Christiansen, 14 ára gomlu Eva Trygvadóttir og 17 ára gamla Heðin L. Olsen, sum til dagligt umboða Svimjifelagið Ægir í tí heimligu kappingini.
Samstundis sum tað er ein stórur heiður at sleppa at umboða land okkara á komandi Oyggjaleikun, er hetta ein stór avbjóðing fyri hesar ungu svimjararnar, og vóna vit, at teir, eins og hinir ellivu svimjararnir, fáa eitt gott úrslit.