Røða hjá Per Martin Gregersen, borgarstjóra, í samband við TROM frumsýning.
Stóra takk til Runavíkar kommunu fyri møguleikan at hýsa hesum tiltakinum saman. Tá grannar semjast, so er onki ómøguligt. Eisini fari eg at takka fyri møguleikan at sleppa at siga nøkur orð á hesum søguliga degi.
Nú er dagurin endiliga upprunnin, málið endiliga nátt. Tá tú tosar við ítróttarfólk, so verður hugtakið “deilmál” ofta brúkt. Hetta við at seta sær smá mál, sum samlað enda við tí stóra málinum. Tá eg hugsi um hesa verkætlanina, so trúgvi eg, at hon fyri tykkum, til tíðir, má hava verið sum eitt maraton. Ein langur teinur frá byrjan til enda. Men nú eru tit komin á mál. Í tí fyrstu kappingini.
So við og við sum mann leggur eitt maraton afturum bak, so gerst tað lættari at renna tað næsta. Eg síggi fyri mær, at hendan verkætlanin gevur tykkum áræði at leypa á ta næstu maraton renningina, tí lærdómurin er komin innum, og vitanin um hvussu tit nú skulu takla tær ymisku støðurnar er eisini komin undir húðina.
Torfinnur hevur í fleiri umførum tosa um, at hetta var eitt hugskot sum sprettist á fiskavirkinum í sínari tíð.
So tað sigur ikki so lítið um, hvussu langt tað kann vera frá tanka til handling til úrslit.
At standa á einum fiskavirki við tonkum um eina verkætlan er als ikki ókent; tað havi eg sjálvur roynt fleiri ferðir.
Tað munnu vera tey flestu, sum hava roynt júst tað at standa við flakamaskinurnar og droyma um eina aðra tilveru enn júst flakamaskinuna. Tíverri eru tey allar fægstu sum kasta seg út í teir tankarnar og bjóða heiminum og tilveruni av.
Kvøldið í kvøld er eitt úrslit av, at tað finnast fólk, ið tora at kasta seg út í tað ókenda!
Filmsheimurin er ein ókendur heimur hjá teimum flestu føroyingunum. Men at ganga ókendar leiðir er als ikki ókent fyri okkum føroyingar – eitt fólkaslag sum skal finna seg í nógvum, men sum onkursvegna altíð kemur undan sum vinnarin.
Vit hava fleiri her í dag, sum hava havt ein fingur við í stórum filmsverkætlanum.
Tann tíð tað var, so var heilt fitt av práti, tá tað frættist at James Bond nú skuldi takast upp í Føroyum. Mundi hannsjálvur, Daniel Craig, nú spáka sær á Trøllanesi ella hvussu.
Men uttan at veruliga geva okkum fær um tað, so hava vit í fleiri ár havt nakrar av teimum allar størstu filmshetjunum gangandi ímillum okkum her heima.
Fólk sum hava brett ermarnar upp, arbeitt av øllum alvi at finna fígging, skriva, leggja til rættis, samskipa, spæla sjónleikin og alt annað sum hoyrir til at spæla slíkar filmar og røðir inn.
Tit hava verið her allatíð. Tað var í veruleikanum ongantíð tørvur á einari fremmandari filmsstjørnu, tí tit eru stjørnurnar!
Tað eru tit sum hava sett gongd á eina vinnu, sum – um mann ber seg rætt at – kann verða eins stór og fiskivinnan í inntøkum og avkasti til samfelagið.
Tað krevur sjálvandi nakað av arbeiði av okkum øllum, sum sita her í dag, men tit eru jarnbrotini; tit eru primus motor; tit eru pionerarnir, sum hava átikið tykkum at føra okkum inn í hendan filmsheimin.
Er tað nakað, sum okkum føroyingum dáma væl, so er tað fólk, sum leypa á avbjóðingarnar og koma við úrslitum. Úrslitið er her í dag: tit hava fingið hesa verkætlanina upp at standa, TROM. Teir fyrstu 6 partarnir.
Spenningurin er øgiligur. Tað merkist í samfelagnum, at hetta er okkurt stórt, sum er ávegis. Hetta er møguleikin hjá Føroyum at trína inn á tann stóra pallin innan filmsvinnu.
Eg fari við hesum at ynskja tykkum bestu eydnu við TROM og framtíðar verkætlanum, tí hóast veðrið ikki altíð er til filmsupptøku, so kunnu vit øll staðfesta at ‘Blíð er Summarnátt á Føroyalandi’!
At enda fari eg at nýta møguleikan at bjóða tykkum trimum, Torfinn, Jón og Olaf upp á pallin at taka ímóti einari lítlari heilsan frá Runavíkar og Eysturkommunu.
TAKK FYRI!