Ætlanin var at nýggja skipið Tróndur í Gøtu skuldi koma til Gøtu um vikuskiftið, men av tí at tað bar við grótkastið í Skagen, er heimkoman fyribils útsett.
Tá skipið kom aftur til lands í gjár, eftir at teir høvdu verið úti og roynt útgerðina, bar skrúvan við grótkastið. Enn er ikki greitt hvussu stórur skaðin er, men tað fer at taka nakrar dagar at umvæla skaðan.
Vit fylgja við gongdini, so meira verður at frætta í komandi viku um nær skipið kemur heim.