Sunnudagin kl. 15 lata dyrnar upp til forvitnisliga listaframsýning í teimum nú tómu skrivstovuhølunum á ovastu hædd í Báta- og listasavninum í Leirvík. Verk eftir Tummas Jákupi Thomsen verða víst fram umframt at útgávuaktuelli Knút Eysturstein kemur at framføra.
Umframt bátasavnið og føstu framsýningina, sum hevur perlur eftir Jóannes Kristiansen og Sámal Toftanes, hevur nevndin fyri savnið avgjørt at hava aðrar framsýningar í tøku hølunum á ovastu hædd, har sum P/F Sjóborg og Supply Service húsaðist til fyri uml. 1 ári síðani. Fyrsti framsýnarin er gøtumaðurin, Tummas Jákup Thomsen, sum er serstakur listamaður, sum arbeiðir við einum persónligum, surrealistiskum myndamáli við følnari blýantstekning og sterkum primerlitum.
Í sambandi við at Tummas Jákup listprýddi Gøtu Skúla, so segði listfrøðingurin, Inger Smærup Sørensen, soleiðis: “Verkini geva rúminum karakter uttan púra at yvirtaka tað og við serstaka blandingstøkninum, fara tey at geva rúminum lív samstundis sum pláss verður til hugsan. Verkini hjá Tummas Jákupi Thomsen eru nevniliga bæði fantasimerkt og fabulerandi, poetisk, konkret og abstrakt, leikandi løtt og óendalig djúp og allir hesir mótsetningarnir merkja, at verkini fara at geva skúlanum nakað, sum komplementerar skúlarúmið á sera fínan hátt. Verkini megna at liva upp til kravið um eina javnvág millum greiðan samleika og fleksibilitet, og av tí, at tey eru sera modernað samstundis sum tey fyrihalda seg til føroysku listahevdina og til landslagið uttan fyri vindeyguni”
Ingálvur av Reyni møtti sum fyrsti til framsýningina, sum Tummas Jákup hevði í 1929-skúlanum við Gøtugjógv tíðliga í 90’unum. Hann orðaði seg nakað soleiðis um hendan tá unga listamannin: “Hann er frælsasti kunstnarin í Føroyum, egin og letur seg ikki binda.”
Framsýningin hevur heitið “Tey eru eru rýmd” og hongur í 6 skrivstovuhølum. Hetta gevur framsýningin ein dám av installatión. Tekningarnar eru frá 1993 og upp til í dag – við nógvum nýggjum, sum eru rættiliga naivistiskar. Eisini eru nakrir málningar. Tummas Jákup nýtir mest blýant – eisini á akrylmálningum – umframt sterkar litir og neonlitir.
Framsýningin letur upp sunnudagin 22. desember við fernisering kl. 15 og verður opin frá kl. 15 – 18 hendan dagin. Framsýningin verður opin regluliga í januar og februar – nærri verður lýst nær. Sum nakað serligt, so kemur útgávuaktuelli, Knút Háberg Eysturstein, at framføra av nýggjastu útgávuni í sambandi við at framsýningin letur upp. Høvi er at ogna sær útgávuna On High, sum er bæði flott reyð pláta og fløga og sum tónelikarin Teitur Lassen gav sera gott ummæli herfyri. Trýst her fyri at lesa ummælið.
Verið vælkomin!
Nevndin fyri Báta- og listasaavnið í Leirvík