Fyri at gera listina til ein natúrligan part av gerandisdegnum samtykti Eysturkommuna um ársskiftið, at eitt prosent av byggiútreiðslum í sambandi við kommunala bygging skal nýtast til list.
Nýggi parturin av Gøtu skúla er fyrsta listprýðingin síðani samtyktina og hana hevur kommunan við fakligari ráðgeving biðið Tummas Jákup Thomsen um at gera.
Rúm og umhvørvi seta stór krøv til ta list, sum skal prýða skúlan eins og gerandisdagurin og tað pædagogiska arbeiðið seta krøv til listina. Listin skal kunna úttrykkja ein greiðan samkleika í tráð við byggisnið og við andan á skúlanum. Men, tað hevur eisini havt týdning fyri Eysturkommunu, at tey, sum hava sína dagligu gongd á skúlanum – lærarar og næmingar – kunnu vera við til at skapa og endurskapa ymiskt huglag í rúminum og lata rúmið upp í mun til tær funktónirnar, tað hevur og skal hava. Í tí æstetiska undervisningarumhvørvinum skal prýðingin vera ein inspiration og ein karmur fyri ymiskt virksemi, men har skal eisini vera rúm fyri arbeiði hjá næmingum, til temaarbeiði og til at skapa sum heild, uttan at tað órógvar heildarfatanina av listpryðingini. Eysturkommuna hevur ynskt, at listprýðingin skuldi uppfylla øll hesi krøv, og vit eru tí fegin um, at Tummas Jákup Thomsen hevur funnið eina javnvág ímillum greiðan samleika og fleksibilitet, millum heild og partar eins og ímillum tað varðandi og tað, sum broytist.
Tummas Jákup Thomsen er úr Gøtu, hann er føddur í 1962 og arbeiðir við einum persónligum, surrealistiskum máli, som talar sterkt til bæði børn og vaksin. Verkini hjá listamanninum eru væl egnað til hesa uppgávuna, tí tey um somu tíð hava eina styrki og eina sartheit, ein humor og eitt álvara, ein eymleika og eitt dirvi, ein dynamik eins og ró. Tey fara at mynda rúmið uttan at yvirtaka tað og við samanrenningini millum sarta blýantstekning og ta sterkt koloristisku nýtsluna av primærlitunum skapa tey lív í rúminum, samstundis sum pláss verður fyri hugsunarsemi. Tí verkini hjá Tummasi Jákupi Thomsen eru bæði konkret og abstrakt, fabulerandi og poetisk, leikandi løtt og óendaliga djúp og hesir kontrastir merkja, at tey fara at geva skúlanum nakað týdningarmikið og fara at fríðka rúmið á ein góðan hátt. Verkini kunnu soleiðis uppfylla krøvini um javnvág millum greiðan samleika og fleksibilitet og av tí at tey eru sera modernað og eisini knýta seg til siðbunda list og til landslagið uttanfyri vindeyguni, fara tey eisini at uppfylla krøvini um javnvág millum tað varðandi og tað, sum broytist.
Tummas Jákup Thomsen hevur arbeitt við listprýðingini í fleiri mánaðar og fer at byrja at heingja lisitna upp í skúlanum 1. juli. Listprýðingin verður liðug, tá skúlin byrjar aftur í august.
Miðlar kunnu venda sær til Honnu Jensen, byráðslim i Eysturkommunu við telduposti til: hanna10@olivant.fo ella til Inger Smærup Sørensen, sum hevur verið raðgevi í sambandi við listprýðingina, á telduposti inger@myndlist.net Listamaðurin er eisini til taks.
Lýsing av verkætlanini fyriliggur og miðlar kunnu venda sær til kommununa um at fáa hana.
Eysturkommuna