Tvær bøkur útkomnar um Leirvík

Sunnudagin tann 15. desember legði Martin Fjallstein fram 2. bind av Leirvíkar bygdasøgu. Hetta bind snýr seg um staðarnøvn, trúarlív, Losjuna, KFUM skótarnar og hús og ættir í býlinginum við Garð í 300 ár. Hetta varð gjørt við samkomu í Bátasavninum í Leirvík og nýttu nógv fólk høvi til at fara til hetta tiltak.

Møguleiki varð at ogna sær bókini, samstundis sum høvi var at heilsa uppá rithøvundan og fáa hann at signerað bókina.

Fríðfinnur Johnson hugleiddi um søguna í Leirvík, hvussu veik Leivíkar bygd hevur staðið í søguni og hvussu hetta hevur ávirka okkum.

Eisini framførdi ungi leirvíksingurin, Jón Eliasen, eitt tónleikarstykki á klaver og spældi hann eisini undir, tá ið Tórhild Bjarkhamar sang tveir jólasangir.

Høvi var eisini at heilsa uppá vinir og kenningar eins og njóta ein kaffimunn í hugnaliga umhvørvinum í Bátasavninum.

Myndir frá løtuni, trýst her

Mikukvøldið tann 15. desember varð ein onnur forvitnislig bók farmløgd í Bowlinghøllini í Leirvík. Tað eru Steffen Stumann Hansen og Kristian Martin Eliasen, sum geva út bókina: Fólk í Leirvík í 1901 – í myndum og teksti. Eini 50 fólk vóru til hesa framløgu, har eisini var høvi at heilsa uppá rithøvundarnar, ogna sær bókina og fáa hana signeraða.

Kristian Martin greiddi, frá hvussu samarbeiði millum hann og Steffen var komi ílag, og greiddi somuleiðis frá, hvussu teir høvdu fingð til vega myndir og frágreiðingar til hesar.

Steffen greiddi frá søguni hjá fleiri av teimnarum sum høvdu tikið myndirnar, og hvussu umstøður vóru tá í tíðini at taka myndir. Sera áhugavert var at hoyra teir báðar greiða frá.

Framløga av bókini verður eisini leygardagin 18. desember kl. 14.00 – 17.00

Myndir frá løtuni, trýst her

 

Search by