Unga arbeiðsfólkið grillar

Unga arbeiðsfólkið, sum seinastu tvær vikurnar hevur starvast fyri kommununa í sambandi við verkætlanina ‘Ung í arbeiði’ endaði sítt arbeiðsskeið við grilling í kommunufjósinum í Syðrugøtu seinnapartin í dag.

Tey umleið 30 ungu hava fríðkað um umhvørvið í bygdunum í Eysturkommunu. Í dag segði arbeiðsfólkið hjá kommununi takk við einari hugnaløtu, har grillað varð og nakrir sangir vórðu sungnir við guitar-undirspælið í góðveðrinum uttanfyri kommunufjósið.
Search by