Ungir tónaspírar í Töting

Nú leygarkvøldið 26. februar kl. 20.00, skipar Grót fyri sera áhugaverdari konsert í Töting.

Tríggir bólkar fara á pall, og hava teir allir tað til felags, at teir luttóku á Sement 2011, sum Margarinfabrikkin í Havn skipaði fyri herfyri. Men tó eru hesir bólkar sera ymiskir, og ferðast teir í alkyns sjangrum, so hetta leggur upp til eina fjølbroytta og hugvekjandi tónleikauppliving, í sera hugnaliga umhvørvinum í Töting í Syðrugøtu.

Hesir bólkar luttaka:

Guðrun & Bartal:

Vinnarar av Sement 2011.

Tey bæði Guðrun og Bartal eru úr Havn, tey trøllabinda áskoðararnar við vakrum, inniligum og djúpum tónleiki.

Stargazed:

Bólkurin er mannaður við ungum tónleikarum úr Gøtu og Leirvík. Stargazed spæla nakað vit kunnu kallað ekspermenterandi indie rokk. Stargazed verða heilt vist ein áhugaverdur bólkur at fylgja næstu árini.

Jetty Beast:

Ummæli á Røddin.fo:

Carpark North á tungmálmssteroidum.

Tiltakið byrjaði við bólkinum Jetty Beast, sum legði hart út við feitum modernaðum tungrokki, á la Carpark North á tungmálmssteroidum. Teirra tónleikur fevndi um alt frá funkrokki til fullblóðsmetall, og teir spældu væl, so hetta kundi verið ein bólkur, ið verður nógv at hoyra til seinni, tá royndirnar hjá bólkinum eru fleiri.

Tónleikarnir í bólkinum koma úr Gøtu, Leirvík og Klaksvík.

Umframt hesar tríggjar bólkarnar ið luttaka, verður  eisini ein fjóra framførsla, hetta verður eitt stuttligt og annaðleiðis innslag, men hetta halda vit sum eitt loyndarmál til løtan kemur:)

Atgongumerki fáast við dyrnar.

Search by