Nógv fólk leitaðu sær niðan á fótbóltsvøllin í góðveðrinum í Leirvík leygardagin 29.08.2009 kl. 10.00, í samband við ”Rørsludagin 2009”, sum Eysturkommuna skipaði fyri.
Hóast veðurfrásagnirnar ikki boðaðu frá besta veðrið leygardagin, var tað av fagrasta veðrið. Nógv tiltøk vóru á skránni og vóru øll tiltøkini væl vitjaði.
Rørsludagurin byrjaði kl. 10.00 við at Elin Vatnhamar Olsen, býráðspolitikari, bjóðaði øllum vælkomnum. Aftaná helt Andreas Petersen røðu, har hann tók støðið í, at samfelagsbroytingin hevur ført við sær, at fólk røra seg minni í dag, enn tey áður hava gjørt. Aftaná var felags upphiting, og síðan blivu øll kunnaði um tiltøkini, sum vóru í skránni. Síðani var farið í gongd við at spæla, kappast og hugna sær saman.
Dagurin endaði við, at borgarstjórin, Jóhan Christiansen, helt røðu og handaði virðislønir til vinnararnar. Síðani var ein hugnalig sangløta, áðrenn øll at enda tóku saman í ring.
Børn og vaksin vístu seg at vera ógvuliga glað fyri dagin og fleiri afturmeldingar vóru frá fólki um, at ”Rørsludagurin” átti at verið eitt afturvendandi árligt tiltak.
Alt í alt eydnaðist dagurin sera væl, og vóru fyrireikararnir sera væl nøgdir.
Fleiri myndir eru í Myndasavninum.