Vakrasti urtagarður 2009

Í mai mánaði samtykti trivnaðarnevndin í Eysturkommunu, at fara undir fríðkanarátøk í kommununi. Eitt av hesum átøkum var, at finna vakrasta urtagarð 2009.

Í samband við at vakrasti urtagarður fyri 2009 skuldi veljast, bleiv ein dómsnevnd sett. Í henni vóru býargartnarin í Fuglafirði, eitt borgaraumboð og eitt umboð fyri kommununa.

Í døgunum 10. – 15. august fór dómsnevndin til verka, og ásannast má, at tað eru ótrúliga nógvir vakrir urtagarðar í kommununi, ja nógv fleiri enn ein gevur sær far um.

Eftir at dómsnevndin var liðug, blivu hesi vald:

Nr 1 og vinnari Birgit Persson og Rasmus Mikkelsen, Geilargøta 7, Syðrugøta

Nr 2 gjørdist Valborg Jacobsen, við Matará 7, Syðrugøta

Nr 3 gjørdust Tórhild og Rúni Bjarkhamar, á Gøtuteigi 9, Leirvík

Trivnaðarleiðarin saman við trivnaðarnevndini, vóru á vitjan hjá ávikavist nr 1,2 og 3 fyri at kunna tey um úrslitið.

Í góðveðrinum tóku tey nakrar myndir. Hesar eru at finna í myndasavninum.

Search by