Allir borgarar, ið hava valrætt til kommunuvalið 12. november 2024, eiga nú at hava fingið valkort. Nøkur kort eru tó, ið ikki eru borin út, eitt nú, um eingin postkassi er á bústaðnum.
Hevur tú ikki fingið valkort, kanst tú seta teg í samband við kommunuskrivstovuna á tlf.: 73 00 00.
Opið er soleiðis:
Mánadag – hósdag
09:00 – 15:00
Fríggjadag
09:00 – 12:00
Gevið gætur, at valstaðið í Gøtu er broytt. Veljarar í Norðragøtu, Syðrugøtu, Gøtugjógv, undir Gøtueiði og Skálafjørður (Eysturkommuna) skulu ikki longur velja í skúlanum við Gøtugjógv. Valstaðið er nú í víkingahúsinum í Sarpugerði.