Arbeiðið við at gera landsvegin ígjøgnum Leirvíks bygd gongur somikið væl, at Landsverk fer í holt við at asfaltera ein part av vegnum nú mánadagin, 16. juli 2012.
Byrja verður at asfaltera landsvegin frá Effo – støðini til og við rundkoyringin við kirkjuna og vegin oman á havnalagið. Arbeiðið verður liðugt fríggjadagin 20. juli.
Við at trýsta á fílin niðanfyri, sæst hvar asfalterað verður og økið, sum av somu grund verður stongt: