Útstykking við Myllá í Norðragøtu

Verkætlan

95%

Stutt lýsing

Nýggja útstykkingin fevnir um 26 nýggj grundstykkir innanfyri núverandi Eyðargøtu, sum er brekkan frá vegnum Við Ánna niðan til Torbjarnargøtu í Norðragøtu. Nýggi býlingurin verður nevndur við Myllá.

Øki til útstykking í hesum umfarið er uml 20.000 m2 til støddar, meðan samlaða uppskotið til framtíðar útstykking fevnir um eitt øki á 80.000 m2.

YNSKIR:

  • Burðardygg og nútíðar hóskandi bygging
  • Fyrimynd fyri framtíðar útstykkingar og bygging
  • Hædd takast fyri lendinum, og helst nýtta hetta sum ein fyrimun
  • Útsýni og lívd
  • Grøn økir millum húsini
  • Atgongd og samband til grannalag, gøtur og náttúru í nærumhvørvinum
  • Optimera øki við smáum bústaðar eindum, og fáa hetta at fella inn í lendi
  • Varðveita náttúruna og nærleikan til hana, og harvið gera sum minst møguligt vegakervi
  • Kensluna av at hava náttúrina beint uttanfyri høvuðsdyrnar

Eitt av okkara aðalmálum er, at økið skal gerast eitt spennandi og vælvirkandi umhvørvi fyri tey, sum koma at búleikast her í framtíðini – men samstundis er ynskiligt at skapað vælvirkandi grøn felagsøkir ímillum býlingarnar, ið kunnu koma øllum teimum, sum koma at búleikast í økinum til góðar.

Fakta um verkætlan

Væntast liðugt: oktober 2020
Kostnaður: 10.708.000 mió. kr. (sáttmáli við arbeiðstakara)
Ráðgevi: Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, Formo
Arbeiðstakari: Kanjon
Navn á býlingi: við Myllá

Støðulýsing

10. des. 2020

Ljóssteyrar eru settir upp.

1. des. 2020

Veitingin av ljóssteyrum hevur tikið longri enn væntað, og hevur gjørt at arbeiðið hevur drigið nakað út. Hesir eru nú settir upp. Annars manglar bara asfaltering av gongubreyt. Eyðargøta verður asfalterað samstundis, sum hetta arbeiðið verður gjørt.

27. aug. 2020

Nú í gongd við at asfaltera vegin.

30. jun. 2020

Onkrar broytingar eru gjørdar í verkætlanini, sum hava viðført nakrar seinkingar. Væntandi verður arbeiðið liðugt um sept/okt.

10. mar. 2020

Arbeitt verður framvegis við at leggja kloakkleiðingar v.m. í Eyðargøtu. Installatiónsgravir eru eisini ávegis á útstykkingini.

Sigast kann, at arbeiðið gongur eftir tíðarætlanini.

4. feb. 2020

Áarinntøk verða gjørd omanfyri útstykkingina fyri at leiða vatn, sum rennur oman á útstykkingina, burtur. Harafturat verður kloakkleiðingar v.m. lagdar í Eyðargøtu.

3. des. 2019

Vegurin mestsum liðugur. Asfalt ikki komið á enn. Seinastu tíðina hevur ymiskt verið kannað fyri at avvatnað vegin, tí at har kemur meira vatn oman á økið enn væntað.

5. nov. 2019

Byggiplássið er gjørt, og graviarbeiði við at gera vegir og leggja leiðingar er byrjað.

25. sept. 2019

Borgarstjórin sett fyrsta spakan í útgrevsturin.

6. sept. 2019

Byrja at grava í viku 39.

4. jul. 2019

Sáttmáli undirskrivaður við Kanjon um ústykkingina. Eftir ætlan byrjar arbeiðið fyrst í september.

26. jun. 2019

Býráðið hevur tann 24/6 samtykt at taka av tilboðið frá Kanjon.

10. mai. 2019

Arbeiðið er boðið út og tilboðini koma inn mánadagin 27. mai kl. 14.00. Hetta kemur so fyri á býráðsfundi síðst í juni mánað.

Search by