Stemningurin var góður á Tórsvølli og um alla Eysturkommunu, eftir at Víkingur vann 2-0 í steypafinaluni ímóti EB-Streymi leygardagin. Hetta er triðju ferð Víkingur er steypavinnari síðstu fimm árini.
Longu eftir góðar 13 minuttir legði Finnur Justinussen Víking á odda 1-0, og fimm minuttir eftir smekkaði Sølvi Vatnhamar bóltin í netið til 2-0. Stemningurin millum Víkingafjepparar á Tórsvølli var á gosi. (Les meira um dystin her)
Víkingafjepparar møttust í Bovlinghøllini í Leirvík fyrr um dagin at fyrireika kamp-róp, fáa andlit málaði, og at fyrireika seg til dystin annars. Heili fimm bussar skuldu til, at føra ein skara á 270 fjepparar suður á Tórsvøll, har tey, umframt fleiri onnur, ið koyrdu suður sjálvi, fyltu luftina við rópum sum “Øll, sum elska Víking, hoppa nú, hoppa nú!”
Bragdið varð feirað í Víkingahúsinum í Norðragøtu aftaná, har Flemming Petersen og co. spældu til dans langt út á náttina.