Í gjár 15. mai vann IBV í Vestmannaoyggjum Íslandsmeistaraheitið í hondbólti. Dysturin var Schenker-høllinni á Ásvølli í Hafnafirði ímóti liðnum, Haukur. IBV vann 29-28 á Hauki, so tað vara ein sera spennandi dystur til tað síðsta.
Tá ferjan Herjólvur sigldi inn til Heimaey seinasta túr í gjárkvøldið var stórfingin móttøka, har eyjabúgvar fagnaðu sínum liði, sum fyri fyrstu ferð í søguni er Íslandsmeistari í manshondbólti. Yvir 2000 av oyggjafólkinum vóru til dystin í gjarskvøldið. Og spælarar siga, at tað var Vestmannaoyggjar, sum býur, sum vann, vegna tann megnarstuðul og ta undirtøku, sum felagið og liðið sum heild hevur havt og hevði til dystin. Í hesum sambandi er vert at nevna, at eisini gentur 4. flokkur og 6. flokkur hjá IBV eru Íslandsmeistarar í hondbólti í ár og dreingir 4. flokkur steypavinnarar.
Í Vestmannaoyggjum búgva gott 4.200 fólk. Vestmannaoyggjar eru vinarbýur við Gøtu og nú Eysturkommunu. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við góða úrslitinum í hondbóltskappingini hjá monnum.