Fríggjadagin var fín vitjan á Tilbúgvingarstøðini í Leirvík.
Hópurin taldi 16 mans, og var hettar í stóran mun fólk innan tilbúgving, borgarstjórar og kommunalir politikarar. Vitjanin var fingin í lag av tilbúgvingarleiðaranum Sørin Djurhuus, eftir áheitan frá einum av ferðalagnum.
Ferðalagi hevur verið í Íslandi og hugt at íslendskum tilbúgvingarætlanum, bjargingartænastum og umstøðum annars innan tilbúgving. Hetta var eisini á skránni tá tey fríggjadagin løgdu leiðina framvið í Leirvík.
Tilbúgvingarleiðarin bjóðaði hópinum vælkomnum við einum betri bita, har kjakast var um mangt og hvat innan tilbúgving. Síðani var rundvísing á støðini, har hópurin var serliga áhugaður at hoyra um hvussu tilbúgvingarliði í Eysturkommunu er skipa, og hvussu liði annars heldur seg frammarlaga innan tilbúgving.
Eftir hetta fekk borgarstjórin, sum eisini er formaður í tilbúgvingarnevndini, Per Martin Gregersen møguleika at greiða frá hvussu samansetingin her í Føroyum er, og eisini um tilbúgvingarætlanina hjá Eysturkommunu.
Spurningarnir frá hópinum vóru nógvir um fígging og samanspæli millum land og kommunur, umframt kommunalu tilbúgvingarnar annars.
Eftir vitjanina, gekk leiðin til Norðragøtu, har møguleiki var at síggja vøkru og serstøku húsini rundanum Blásastovu, sum í tilbúgvingarætlanini er ein av teimum bygningunum og økjum ið hava hægst raðfesting innan tilbúgvingina.
Eftir hetta, gekk leiðin hjá teimum longur norð í Eysturoynni, har Eiðis kommuna tók ímóti.