Í døgunum 21. til 23. apríl 2012, fær Eysturkommuna forvitnisliga og spennandi vitjan. Talan er um 91 fólk úr Vestmannaoyggjum, sum hava leita sær leiðin hendan vegin. Gestirnir koma longu til Føroyar fríggjadagin, men koma til Eysturkommunu tíðliga leygardagin.
Millum tey vitjandi er ein spennandi og áhugaverdur tónleikarabólkur. Ætlanin er, at tónleikarabólkurin skal framføra fríggjakvøldið 20. apríl í Dansifrøði í Tórshavn, og leygarkvøldið 21. apríl kl. 19.00, er so møguleiki at hoyra tey her hjá okkum, tá ið tey koma at hava ein almenna konsert í Bygdarhúsinum í Leirvík. Eisini er ætlanin at tey skulu vitja og framføra í Gøtubrá.
Gestirnir skulu hava innivist hjá fólki runt um í Eysturkommunu, meðan tey eru her.
Tað er Vestmannaoyggjavinurin Martin Juul Jarnskor, sum hevur skipað fyri vitjanini her hjá okkum.
Gestirnir fara avstað aftur mánamorgunin.