Í gjár varð Vónbjørt Vang, sum býr í Syðrugøtu, heiðrað fyri sína serstøku bók, Svørt Orkidé, sum kom út í fjør. Bókin er eitt yrkingasavn og ein myndabók við kollasjum hjá Vónbjørt.
Á samkomu í Müllers Pakkhúsi 31. oktober, fekk Vónbjørt virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir, og tað kemur ikki óvart á, tí vit her á staðnum vita og hava verið vitni til, hvussu Vónbjørt í áratíggju hevur ferðast í djúpa og víða bókmentaheiminum bæði í síni útbúgving sum bókavørður, í bókmentafrøðini, ígjøgnum sínar fjølbroyttu útbúgvingar, men ikki minst sum rithøvundur og í breiðari listarligum virksemi. Umframt at vera virkin í Føroyum, so hevur Vónbjørt verið partur av norðurlendskum og altjóða bókmentafestivalum sum t.d. Nord og Transpoesie.
Stuttsøgur og yrkingar eftir Vónbjørt hava staðið í tíðarritum og søvnum ígjøgnum tíðirnar, men sjálv hevur hon givið út fýra verk, og tey eru:
Svørt orkidé (poetry)
2023 Úr loggbókunum (essay)
2017 Djúpini
2011 Millumlendingar
Hesi verk eru øll givin út á virkna forlagnum Eksil við Kim Simonsen á odda, sum hevur sítt virksemi út frá Syðrugøtu, og sum umframt nógva og áhugaverda útgávuvirksemið eisini hevur givið sítt ríka íkast til mentanarlívið í kommununi við bókmentatiltøkum, altjóða framsýningum, bókmentagongutúrum o.a., sum vit her á staðnum seta stórt virði í.
Um serliga listaliga arbeiðið hjá Vónbjørt Vang, skrivar Forlagið Eksil skrivar um Vónbjørt Vang:
“Vónbjørt Vang (f. 1974) ger pappírskollasjur burturúr burturbeindum bókasavnstilfari, gomlum bókum, tíðarritum og øðrum funnum pappíri. Sum rithøvundur og bókavørður hevur hon eitt serligt tilknýti til pappír og bøkur. Gjøgnum kollasjulistina kannar hon, hvussu fragmentir úr eldri pappírstilfari kann fáa nýggjar týdningar, tá tað verður sett saman í aðrar samanhangir. Vónbjørt er útbúgvin cand. mag. og bachelor í listaligum arbeiði frá Fróðskaparsetur Føroya. Til dagliga starvast hon sum býarbókavørður í Havn.”
Vit í Eysturkommunu samgleðast við Vónbjørt Vang fyri uppiborna heiðurin fyri hennara nýggjasta og áhugaverda bókmentaverk, vit eru errin av henni og ynskja henni hjartaliga til lukku við Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir, og vit gleða okkum at fylgja henni í listarliga virkseminum frameftir.